Mynd: Sverri Egholm

Myndir: Hoyvík kom á Havnina um 19 tíðina í kvøld

Kiran Jóanesarson

11.01.2018 - 21:34

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Hoyvík, sum fekk maskintrupulleikar fyrr í vikuni, kom á Havnina um 19 tíðina í kvøld, har trupulleikin skal loysast.

Skipið varð sleipað til Havnar av Brimli, men tá ið tað skuldi inn á Havnina tók Pressarin hjá Mest yvir, og legði skipið at bryggju.

Hoyvík var til fiskiskap eftir makreli í ES sjógvi vestanfyri Hetland, tá ið eitt stempul fór. 

Av tí at motururin skal takast sundur, varð avgjørt at klassa moturin eisini, og mett verður at arbeiðið kemur at taka umleið 3 vikur.

Tá ið arbeiðið er gjørt, verður fari á svartkjaftaveiðu, um alt gongur eftir vild.