(Mynd: EPA)

Alpubygdir avbyrgdar orsaka av nógvum kava

Ingi Samuelsen

10.01.2018 - 07:36

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Fleiri túsund snjóferðafólk eru avbyrgd í sveitsisku fjallabygdini, Zermatt, eftir nógva kavaavfallið, sum hevur verið í Alpunum hesa seinastu tíðina.

Minst 13.000 ferðafólk eru avbyrgd í bygdini, sum liggur 1.620 metra hædd við fótin av Matterhorn í sveitsisku Alpunum. Tey hava ongan møguleika at koma úr bygdini í bili ella toki.

- Tað hevur kavað uttan íhald í tvey samdøgur nú, og vit hava umleið tveir metrar av kava. Vandin fyri skalvalopi er upp á tað hægsta sigur ein av innibyrgdu ferðafólkunum við dr.dk.

Myndugleikarnir hava stongt skíðbrekkurnar orsaka av vandanum fyri skalvalopi. Og ferðafólkið verður biðið um at halda seg innandura.

Ímeðan royna myndugleikarnir í Sveits at rudda vegirnar, so bygdin aftur fær eina farleið út í umheimin. Enn er óvist nær kavaruddingarmaskinurnar koma ígjøgnum, skrivar dr.dk.